18 fakfeløg í samhugaverkfall

Á middegi í morgin fara umboð fyri fakfelagssamstarvið at handa Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum fráboðan um, at 18 fakfeløg fara í 24 tíma samhugaverkfall í næstu viku, helst mánadagin ella týsdagin.

Tað váttaði Herálvur Jacobsen í tíðindunum hjá Kringvarpinum.

Einki verður sagt um, hvørji fakfeløg talan er um. Tað verður ikki fráboðað, fyrr enn Lønardeildin hevur fingið fráboðanina.

Herálvur Jacobsen segði, at øll feløgini helst fara í verkfall í senn. Og av tí at fleiri feløg hava 48 tímar fráboðanarfreist, so kann verkfallið ikki vera fyrr enn í fyrsta lagi mánadagin.