18 doyðu í flogvanlukku í Katmandu

Einasti eftir á lívi, eftir at flogfarið datt niður, meðan tað fór av flogvøllinum í Nepal, er eftir øllum at døma flogskiparin.

18 fólk eru funnin deyð, eftir at eitt ferðafólkaflogfar datt niður, tá tað skuldi fara á flog av flogvøllinum í Kathmandu í Nepal, skrivar ein lokalur miðil.

Lítla flogfarið, sum skuldi fara til Pokhara við 19 fólkum umborð, datt niður, tá ið tað fór av altjóða flogvøllinum í Kathmandu.

Hetta skrivar miðilin Kathmandu Post.

Flogskiparin í flogfarinum er eftir øllum at døma tann einasti, sum er eftir. Hann er koyrdur á sjúkrahús í skundi, boðar flogvøllurin frá.

Flogfarið fór út av flogbreytina og eldur kom í, sambært blaðnum.

Roykur sæst koma upp uttan fyri flogvøllin, og løgregla og sløkkiliðsfólk eru á staðnum.

Flogfarið er eitt hjá felagnum Saurya Airlines.

Óhappið hendi umleið klokkan 11 í morgunlokala tíð.

Flogfarið skuldi fara til Pokhara, sum er ein av best umtóktu ferðamannabýunum í Nepal.

Eygnavitni siga, at flogfarið kom úr sunnara enda av flogbreytini og at flogfarið knappliga flagsaði við veingjunum, sum raktu flogbreytina, og so kom eldur í flogfarið.

Tað næsta, sum hendi, var, at flogfarið datt niður í eina gjógv eystan fyri flogbreytina.

 

/ritzau/