Tvær sjálvmorðsatsóknir at einari hernaðarlegu í algeriska býnum Cherchell í gjárkvøldið kravdu 18 mannalív. Talan er um 16 hermenn og tvey sivilfólk. Myndugleikarnir siga, at sjálvmorðsbumbumenninir vóru á motorsúklu.
Býurin Cherchell, sum er víða kendur fyri sínar leivdir frá rómverjatíðini, er einar 100 kilometrar vestan fyri høvuðsstaðin Algier.
Tann politiski ófriðurin í Algeria er minkaður nógv tey seinastu árini, men víðgongdir felagsskapir, sum ein bólkur av al-Qaeda, stendur á odda fyri, skipa javnan fyri bumbuatsóknum og burturflytingum, skrivar franska tíðindastovan AFP.