18 ára gamla stolið bil

Í gjár gjørdi løgreglan eina rutinu kanning í Runavík, og steðgaði einum ungum drongi í stolnum bili.

 

Í gjár gjørdi løgreglan eina rutinu kanning í Runavík, og steðgaði einum ungum drongi. 

 

Tað vísti seg, at drongurin var ávirkaður. Hann hevði verið í einum balli, og hevði gjørt av at fara at koyra sjálvur. 

 

Vaktahavandi á løgreglustøðini sigur, at tað vísti seg eisini, at drongurin hevði stolið bilin úr ballinum, tí hann átti einki í bilinum.

 

Seinni kom løgreglan so eisini fram á, at drongurin als ikki hevði koyrikort. 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at fleiri rúsdrekkakoyringar hava verið um vikuskiftið. Klokkan 14.00 í gjár var ein kvinna tikin í Havn fyri rúsdrekkakoyring.