179 metrar boraðir í síðstu viku

Í síðstu viku vórðu 179 metrar boraðir av Sandoyartunlinum. Orsøkin til, at so nógvir metrar vórðu boraðir, var, at eingir lekar vóru. Í alt eru nú boraðir 2.566 av 10.785 metrum.

Í Traðardali vórðu boraðir 91 metrar. Har eru nú boraðir 1.459 metrar. Dýpdin er nú 7,8 metrar í mun til havfløtuna.

Á Gomlurætt vóru boraðir 88 metrar, og borað verður nú undir Kirkjubø. Har eru nú boraðir 1.107 metrar. Har er dýpdin nú komin niður á 42,7 metrar í mun til havfløtuna.