177 metrar eftir at spreingja av Eysturoyartunlinum

Í síðstu viku vórðu 62 metrar sprongdir í alt, og nú eru 10.061 metrar sprongdir tilsamans.

Arbeiðið hevur í seinastuni verið merkt av at tetta lekar, sum helst stava frá sprekkum, sum ganga frá Flesjunum og norður gjøgnum Tangafjørð. Hetta er ikki óvæntað, í mun til jarðfrøðiligu metingarnar, áðrenn arbeiði uppá tunnilin byrjaði, skrivar Eystur- og Sandoyartunnilin á facebook.

Í seinastu viku vórðu 27 metrar sprongdir Hvítanesmegin, og frá rundkoyringini vórðu boraðir 35 metrar.