Seinasta samdøgur eru 1761 nýggir koronu-tilburðir skrásettir í Noregi. Tað eru 229 tilburðir fleiri enn sama samdøgur fyri einar viku síðan.

35 í respiratori á norskum sjúkrahúsum

Í dag lógu 225 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu. 53 liggja á intensivari deild, harav 35 liggja í respiratori.

Seinasta samdøgur eru 1761 nýggir koronu-tilburðir skrásettir í Noregi. Tað eru 229 tilburðir fleiri enn sama samdøgur fyri einar viku síðan.

Seinasta samdøgur eru 1761 nýggir koronu-tilburðir skrásettir í Noregi. Tað eru 229 tilburðir fleiri enn sama samdøgur fyri einari viku síðan.

 

Hetta vísa nýggjastu tølini, sum Noreg hevur kunngjørt um midnáttarleitið í kvøld.

 

Seinastu sjey dagarnar hevur Noreg havt í miðal 1700 smittutilburðir um samdøgrið. Miðaltalið í vikuni fyri var 1396.

 

Tískil hevur eitt veksandi tal av fólki fingið staðfest koronu seinastu vikuna.

 

Í dag - mánadagin - lógu 225 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu. Tað eru 35 fleiri enn dagin fyri.

 

53 sjúklingar liggja á intensivari deild, harav 35 liggja í respiratori. Tað eru fimm færri á intensiv og sjey fleiri í respiratori enn samdøgrið frammanundan.

 

Fyribils tøl vísa, at síðan í mars 2020 er samlaða talið av deyðum við koronu í Noregi komið upp á 951. 

 

 

 

Seinasta samdøgur eru 1761 nýggir koronu-tilburðir skrásettir í Noregi. Tað eru 229 tilburðir fleiri enn sama samdøgur fyri einar viku síðan.