1707 drápspartar í grindini í dag

Seðlarnir í grindini, sum legði beinini í Sandágerði í dag, koma út klokkan 23 í kvøld.

Seðlarnir í grindini, sum legði beinini í Sandágerði í dag, koma út klokkan 23 í kvøld. Tað sigur sýslumaðurin, Finnbogi Midjord, við In.fo í kvøld.

 

- Grindin verður býtt í drápspartar, og partarnir eru 1707 í tali. Hetta gevur 0,46 skinn í hvønn partin, sigur sýslumaðurin, sum annars letur væl at drápinum.

 

Seðlarnir koma út við Oljubryggjuna hjá Tórshavnar havn um knappliga hálvan annan tíma.