Seinastu 10 árini er talið av muslimum í Danmark vaksið og í tí sambandi er talið av moskum eisini vaksið. Innan 10 ár eru fleiri enn 55 moskur komnar í Danmkar. Harvið eru fleiri enn 170 í dag. Tað vísir ein nýggj kanning ”Moskéer i Danmark”, skrivar Ritzau í dag.
Tað er professarin í átrúnaðarsosialvísund, Lene Kuhle, frá Arhus Universiteti, sum hevur gjørt kanningina saman við Malik Larsen frá deildini Átrúnaðarvísund frá sama universiteti. Hesi hava gjørt eina bók, har moskurnar verða viðgjørdar.
- Tað er betri at kjakast út frá einum væl upplýstum grundarlagi, og við hesari bókini kemur fakta á borðið, sigur Mette Brock, kirkjumálaráðharri í Danmark við Ritzau.
Kanningin vísir eisini, at tað alsamt fleiri moskur nýta danskt sum móðurmál í dag í mun til í 2006.
- Áleið ein triðingur prædika á móðurmáli, eitt nú á turkiskum ella á arabiskum, sigur Malik Larsen í tíðindaskrivi til danskar miðlar.
- Í 2006 vóru tað níggju út av tíggju, sum prædikaðu á móðurmálinum. Sostatt eru tað fleiri moskur í dag, sum heilt ella partvíst nýta danskt sum høvuðsmál. Meðan tað í 2006 var ein út av tíggju, er tað í dag triðja hvør, stendur í tíðindaskrivinum.
Harumframt eru tað fleiri moskur, sum hava tann broytta formin nú, at tey geva eina stutta samanumtøku á donskum av prædikum, sum eru hildnar á øðrum máli.
- Tað er umráðandi at skapa vitan og gransking innan moskur í Danmark. Ikki minst tí, at almenna kjakið koppar yvir í kenslur heldur enn fakta, sigur Lene Kuhle.
- Okkara kanning vísir útviklingina og gevur eina fjølbroyttari fatan av moskum í Danmark, sigur hon sambært Ritzau.
/ritzau/










