170 læra um svimjifrálæru

Svimjisamband Føroya og Nordic Education Group undir Norðurlendska Svimjisambandinum skipa í døgunum 20. til 22. apríl 2012 fyri 11. norðurlendsku ráðstevnuni um grundleggjandi svimjifrálæru.

Ráðstevnan, sum verður í Norðurlandahúsinum, er ætlað øllum, sum undirvísa í svimjing, bæði venjarum og lærarum. Hetta verða tríggir dagar við nøkrum av tí besta, ið fæst innan svimjiundirvísing, eins og møguleiki er at hitta og tosa við onnur, ið brenna fyri sama áhugamáli. 135 luttakarar ymsastaðni úr Evropa eru tilmeldaðir - og 35 føroyingar.

Høvuðsfyrilesari er Dave Dubois úr Avstralia. Dave hevur við fleiri enn 20 árum í svimjiundirvísingini í øllum pørtum frá undirvísing til leiðslu til menning av stórum skipanum. Sjálvur lýsir hann seg tó helst sum gløðandi undirvísara. Eftir at hava arbeitt í 15 ár við Australian Swim Schools í Orange County, California, stovnaði Dave Water Works, sum er einasta fulltíðar “lær at svimja” ráðgeving í heiminum. Í átt ár veitti Dave tænastur til leiðandi svimjiskúlar og svimjifelagsskapir um allan heim.

Umframt Dave eru fleiri aðrir góðir fyrilesarar. Úr Íslandi er Ingi Þór Einarsson, sum fer at geva frálæru í svimjing fyri brekað. Ilkka Keskinen úr Finnlandi fortelur um lívbjarging við „pylsum“. Føroyingarnir, Pálin Olsen og Rúni Gaardbo, fara at undirvísa í svimjifrálæru gjøgnum spæl í hylinum. Danski Jens Bruun fer at læra okkum at kuta alla frálæru sundur í smá pettir og so seta tað saman aftur sum eitt putlispæl. Íslandski Hafþór Guðmundsson fortelur um tað sera áhugaverda on-line frálæru tólið fyri svimjivenjarar og lærarar.

Umframt alla hesa frálæru, er eisini møguleiki at hitta sera nógvar serfrøðingar innan grundleggjandi svimjifrálæru.

Tað er Svimjisamband Føroya, sum hevur sent okkum tíðindaskriv um tiltakið í Norðurlandahúsinum.