170 fólk tikin til gísla í Mali

Vápnaðar menn hava tikið seg inn í eitt Radisson Blu hotell í høvuðsstaðnum Bamako.

Vápnaðir menn hava í morgun tikið 170 persónar til gísla í einum Radisson Blu hotelli í Bamako, høvuðsstaðurin í Mali.


- Sambært teimum upplýsingunum, ið vit hava fingið, so hava tveir persónar tikið 140 gestir og 30 starvsfólk til gísla, upplýsir Christiane Reiter, kunningarsamskipari fyri Radisson hotellini í tíðindaskrivi í morgun.


Sambært upplýsingum hjá tíðindastovurnar al Jazeera og Reuters, so er talan tó um tíggju vápnaðar menn, ið hava tikið seg inn í hotellið.


Óvist er hvønn bólk menninir umboða, men al Jazeera skrivar, at teir róptu Allahu Akbar, tá teir tóku seg inn í hotelli, og sambært tíðindastovuni Reuters, so hava álopsmenninir leyslatið fleiri fólk, ið dugdu at endurgeva skriftstøð úr Koranini.


Mett verður, at ein stórur partur av gíslunum eru útlendskir borgarar, harímillum franskir, turkiskir, belgiskir, amerikanskir og kinesiskir borgarar.


Í 2012 varð stórur partur av Mali hertikið av islamskum hermonnum, harav nakrir høvdu tilknýti til yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda. Í 2013 legði Frakland uppí støðuna í landinum, og rak uppreistrarbólkarnar úr landinum.