Tað eru ikki øll, sum hava møguleikan at gista hjá vinum ella familju á Summarfestivalinum. Ei heldur hava øll møguleikan at gista í húsvogni ella í tjaldi. Til teirra er eitt alternativ komið, har tey kunnu gista í øðrum av skúlunum í býnum.
- Vit royndu hendan møguleikan í fjør, og var tað ein stór succes. Tá var tað einans Ziskatrøð, ið varð nýttur, men í ár hava vit tikið báðar skúlarnar í brúk, sigur Guttormur Sørensen, samskipari.
Tað er rennifelagið í Klaksvík, Treysti, sum stendur fyri gistingini í skúlunum.
- Til samans hava vit 170 fólk búgvandi her, og tey eru fordeild yvir 30 stovur, sigur Guttormur, sum í mong ár hevur verið millum Føroya fremstu rennarar.
- Prísurin fyri eina slíka stovu er millum 2400 og 3000 krónur, og tá kanst tú hava upp til seks fólk búgvandi í hvørjari stovu. So tað er ikki so galið at sleppa við 400-500 krónunum fyri alt vikuskiftið. Tá er internet, morgunmatur og brúsa eisini íroknað, sigur Guttormur.
Skúlastovurnar eru mest hugsaðar sum familjugisting. Tí er onki alkohol loyvt í skúlunum.
- Vit ganga høgt upp í trygdina. Alkohol er bannað, og vit hava tvær vaktir á hvørjum stað alla tíðina, meðan festivalurin er, sigur Guttormur.
Royndirnar við skúlagisting hava verið væl eydnaðar, bæði í fjør og í ár.
- Sum eg skilji tað á lagnum, so dámar fólki øgiliga væl hetta tilboðið. Vit hava tí avgjørt at veita tað aftur komandi ár, sigur Guttormur at enda.