EB/Streymur-KÍ 7-0 (4-0)
Dómari: Petur Reinert
1-0: Sorin Anghel 1.
2-0: Arnbjørn Hansen 9.
3-0: Hans Pauli Samuelsen 14.
4-0: Santos 17.
5-0: Sorin Anghel 70.
6-0: Leif Niclasen 78.
7-0: Arnbjørn Hansen 85.
Landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, er so mikið skaddur, at hann ikki verður í KÍ málinum í dag. Í hansara stað stendur unglingaspælarin Eilif Arge.
1.
1-0.
Sorin Anghel setti bóltin í málið eftir síðstuskift, og eftir at Arnbjørn Hansen hevði snittað bóltin inn um KÍ verjuna.
9.
2-0.
Hans Pauli Samuelsen sendi horna innfyri, bólturin brast í nærra stólpan og út frá til Arnbjørn Hansen, sum saksaði bóltin í málið.
14.
3-0.
Hans Pauli Samuelsen eftir framúr forarbeiði av Gudmund Nielsen í høgru. Eilif Arge hálvbjargaði roynd frá Arnbjørn Hansen og so skoraði Hans Pauli.
17.
4-0.
Uppspæl í vinstru, Bárður spældi Santos leysan, og vongverjin sneiddi framvið málverjanum, áðrenn hann skoraði.
45.
EB/Streymur legði fyri sum ódnarveður. Fyrsta stóra korterið skoraði heimaliðið fýra mál, og um Eilif Arge ikki hevði havt fína bjarging, so kundi munurin havt verið uppaftur størri.
EB/Streymur hevur stutt sagt smurt KÍ av.
70.
5-0
EB/Streymur hevur fullkomuliga tak á tí. Møguleikarnir skola ímóti KÍ málinum, har debutanturin Eilif Arge hevur havt fleiri bjargingar. Í 70. minutti verður KÍ verjan fullkomuliga útspæld, og Sorin Anghel sendir bóltin upp í nettakið.
KÍ hevur tikið bæði Atla Danielsen og Kristoffur Jakobsen av vøllinum.
78.
6-0.
Innskifti Leif Niclasen skorar eftir fínt álop í vinstru og fínt innlegg frá Hans Paula Samuelsen. Heimaliðið er ógvuliga væl upplagt, og málmunurin kundi væl verið størri!
85.
7-0.
Sorin Anghel sneiðir seg leysan og sendir innfyri til Arnbjørn Hansen, sum smekkar bóltin í málið.
Liðugt!
EB/Streymur: Gunnar á Steig - Levi Hanssen, Egil á Bø, Dánjal Davidsen, Santos - Bárður Olsen, Sorin Anghel, Marni Djurhuus - Gudmund Nielsen (Leif Niclasen, 26.), Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
KÍ: Eilif Arge - Rudolf Eliasen, Jan Andreasen, Sørmund Kalsø, Heðin á Lakjuni - Kristoffur Jakobsen, John Hammer, Høgni Madsen, Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør - Páll Klettskarð.
Víkingur-AB (1-0)
Dómari: Lars Múller
1-0: Finnur Justinussen 42.
Uppspælið var í høgru, og Andreas Lava Olsen átti næstsíðsta fótin á. Heimaliðið er leikliga greitt omaná.
60.
AB er rættuliga komið fyri seg eftir steðgin, men enn er støðan 1-0 til Víking.
75.
Støðan er framvegis 1-0. Alt er framvegis púra opið!
Liðugt!
B68-B36 3-0 (2-0)
Dómari: Bárður Mortensen
1-0: Keita 1.
2-0: Pól Jóhannes Justinussen 42.
3-0: Nenad Stankovic 54.
Í fyrsta álopi legði B68 langa sending. Keita slapp leysur av trimum mótstøðumonnum og setti bóltin dygst inn við stólpanum. seg á odda.
Heimaliðið hevur leikliga verið greitt omaná ímóti ikki serliga væl skipaðum høvuðsstaðarliði.
B68 hevur havt møguleikar at skora fleiri mál enn tey bæði, sum toftamenn higartil hava skorað.
60.
B68 hevur fullkomuliga takið. Miðvallarin Nenad Stankovic hevur økt um leiðsluna, og nú er spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fer at verða.
85.
Framvegis 3-0. B68 spælir B36 sundur og saman.
Liðugt!
HB-07 Vestur 4-3 (3-2)
Dómari: Georg Rasmussen
1-0: Milan Kuljic 29.
1-1: Tamba 32.
2-1: Bjarni Jørgensen 33.
3-1: Fróði Benjaminsen 43.
3-2: Jens Erik Rasmussen 44.
4-2: Rógvi Poulsen 63.
4-3: Tamba 83.
HB var greitt omaná fyrsta hálva tíman. Síðani hevur 07 Vestur fótað sær betri, og tað hevur verið sera undirhaldandi.
60.
07 Vestur roynir at bjóða seg fram, men málmunurin er framvegis 3-2.
75.
4-2.
Eftir at gestirnir høvdu hótt eina løtu við at javna, svaraði HB aftur. Rógvi Poulsen sendi bóltin í málið aftanfyri Trygva Askham.
84.
Rættiligur spenningur er komin í, eftir at Tamba hevur minkað um munin, tá ið hann tamdi eftir innlegg og setti bóltin í málið.
Liðugt!