17 spælarar longt við AB

Argjamenn fyrireika seg nú til enn eitt ár í Effo-deildini. Seytjan spælarar hava longt sáttmálan

AB tryggjaði sær enn eitt ár í bestu deildini, tá teir mikukvøldið vunnu 2-1 á B68 á Toftum. Undan dystinum høvdu ellivu spælarar longu longt sáttmálan. Í kvøld boðar AB frá, at seks aðrir spælarar hava gjørt tað sama.

 

Talan er um Gert Drangastein, Hørður Mohr, Jobin Drangastein, Jógvan Skeel Nolsøe, Magnus Egilsson, Sandri Færø, Martin Midjord, Beinir Ellefsen, Karstin Højgaard, Tóki á Lofti, Andras Brixen Vágsheyg og Bjartur Kjærbo, umframt Heðin Stenberg, Áki Dahl, Jørgen Meinhardson, Jónas Stenberg og Sørin Samuelsen, sum longu frammanundan høvdu gjørt sáttmála. Sum skilst, so hevur áhugi verið fyri Jobin Drangastein úr B36.

 

AB liggur á áttanda plássi og er níggju stig frammanfyri B68, sum liggur undir niðurflytingarstrikuni, nú trý umfør eru eftir. Sostatt ber framvegis til hjá B68 at fáa eins nógv stig og AB, men argjamenn hava eisini væl betri málúrtøku.