17. Sølurásin byrjar á Skála í morgin

(Ljóðsamrøða) Enn einaferð hevur Anfinn Gærdum tikið eitt tørn, sum høvuðsreikari av sølustevnuni

"Sølurásin" í ítróttarhøllini á Skála er tann sølustevnan í Føroyum, sum hevur verið mest støðug, og nú verður Sølurásin skotin í gongd á 17. sinni.

 

Enn, sum áður er Anfinn Gærdum til dystin fús, sum høvuðsreikari, og hann fegnast um at hava fingið eina breiða viftu av básum upp at standa.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Anfinn Gærdum greiða frá Sølurásini, og skránni fyri leygardagin og sunnudagin.