17 sjófólk saknað í Barentshavinum

Tvey fólk eru funnin á lívi, eftir at eitt fiskiskip er sokkið í russiska partinum av Barentshavinum.

 

 

Eitt fiskiskip við 19 fólkum umborð er sokkið í russiska partinum av Barentshavinum, nær við Novaja Semlja í Arkhangelsk.

Tað skrivar russiska tíðindastovan, Tass. Sambært tíðindastovuni eru tvey fólk bjargað, men 17 eru framvegis ikki komin afturíaftur.

Fimm skip eru send til leiðina, har skipið sakk, at leita, og sambært russiskum myndugleikum var ísur orsøk til skipsbrotið.

- Higartil eru tvey fólk funnin á lívi. Tey vóru í vátdraktum, men vóru ikki saman við hinum av manningini, siga russiskar keldur, sum NTB endurgevur.

Skipið, sum talan er um, kallast Onega. Tað er heimahoyrandi í Murmansk og lastar 358 tons. Onega hevur verið í vinnu síðan 1979.

Fólkini, sum eru funnin á lívi eftir skipsbrotið, eru russiskir ríkisborgarar, og lagt verður aftrat, at øll manningin er russisk.