Roknað verður nú við, at tey 17 sjófólkini, sum ikki eru komin afturíaftur eftir skipsbrotið í Barentshavinum tíðliga í morgun, eru sjólátin. Tilsamans 19 fólk vóru við Onega, sum fiskiskipið kallast, og í morgun eru tvey fólk funnin á lívi. Tey vóru í bjargingarbúnum, men sambært tíðindastovuni Tass vóru ikki onnur fólk at síggja á leiðini, har sjófólkini vórðu funnin.
Tað var ringt veður og nógvur ísur á leiðini við Novaja Semlja í Arkhangelsk, tá skipið sakk, og mett verður, at ísur var orsøkin til syrgiligu skipsvanlukkuna. Onega, sum er bygd í 1979 og lastaði 358 tons, hevði heimstað í Murmansk. Seinast skipið var í havn, var í Kirkenes í Noregi hin 14. desember.
Sambært russiskum myndugleikum eru smáar vónir um at finna tey 17 sjófólkini á lívi, nú fleiri skip hava leitað á leiðini, har skipið sakk. - Skipið var fjalt við ísi, og sjógvurin er ísakaldur. Tískil er ikki væntandi, at fleiri verða funnin á lívi, siga keldur hjá russisku myndugleikunum.
##med2##
Høvuðsbjargingarstøðin í Norðurnoregi fekk boðini um vanlukkuna í morgun klokkan 05.30, og tey settu seg beinanvegin í samband við russisku myndugleikarnar, sum sendu fimm skip at leita í økinum. Orsakað av ringu veðurlíkindunum var ikki møguligt at senda flogfør at leita.
Tey bæði fólkini, sum eru sloppin frá vanlukkuni við lívinum, eru russiskir ríkisborgarar og tey 17, sum framvegis ikki eru afturíaftur komin, eru eisini russiskir ríkisborgarar.
Tíðindastovan Tass upplýsir, at veðurfrøðingar høvdu ávarað um vandan við ísi í økinum, og nú vilja myndugleikarnir í Murmansk kanna vanukkuna, sum eftir øllum at døma hevur kostað 17 sjófólkum lívið.
##med3##