Tvær konsertir verða á ferðini. Onnur verður í Hvolsvelli á Akranesi, har kórið kemur at hava konsert saman við einum kamarkóri úr Hólmavík. Og hin verður í konserthøllini í Kópavogi. Sunnudagin er so ætlanin at vitja brøðrasamkomuna Núpalind í Kópavogi.
Við á ferðini verða eisini Monika Stauss Joensen og Helga H. Gerðalíð, sum fara at spæla klassiskan tónleik á ávíkavist violin og klaver.
Í sambandi við ferðina verða tað tvær konsertir í Føroyum. Ein í Runavík mikukvøldið 7. mai klokkan 20 og hin í Ósáskúlanum í Klaksvík 9. mai klokkan 20.
Men tá verða tað ikki bara 17 Sangarar, sum luttaka. Í Runavík verður kvinnukórið Suð eisini við og í Klaksvík kemur Barnasangskúlin við afturat hinum báðum.
Ein snotulig skrá er gjørd til konsertirnar bæði í Føroyum og Íslandi. Í skránni hevur partur av føroyska vinnulívinum saman við Klaksvíkar kommunu at latið lýsingar frá sær til skránna og við hesum eisini stuðlað ferðini hjá kórinum. Og tað fegnast tey um. Hesar fyritøkur koma at verða nevndar á eini plakat, sum verður gjørd í sambandi við túrin og so sjálvandi eisini í skránni.
Seinastu árini hevur kamarkórið 17 Sangarar verið uttanlanda so gott sum á hvørjum ári. Eisini hevur kórið havt vitjanir av ymiskum, útlendskum kórum, sum samband hevur verið við - eitt nú úr Danmark, Svøríki og Íslandi.
17 Sangarar hava vitjað í ymsum býum í Danmark, í Noreg har tey millum annað hava sungið í Nidaros dómkirkjuni fyri fullsettum høli.
Í fjør gekk leiðin til Norrkøping í Svøríki, sum er vinarbýur hjá Klaksvík, og vóru gestir hjá Musikalska Selskapets Kammerkør. Á hesum túri varð eisini ein steðgur gjørdur í Danmark. Og í 2001 vitjaði kórið Aberdeen.
Og nú fer kórið sostatt til Íslands, har steðgað verður frá 16. til 19. mai.