Fríggjadagin 14. mai fara 17 Sangarar songferð til Sveits, har tey skulu syngja á seks konsertum ymsastaðni í landinum. Byrjað verður í sunnara partinum, og seinastu tvey kvøldini fara tey at syngja í Winthertur og í Seuzach.
Songúrvalið fevnir um norðurlendskar forsturlandssangir, enskar sangir og nakað innan klassiskan tónleik. Eisini framføra tey væl av andaligum tónleiki, bæði á føroyskum og enskum.
Sum vanligt verður eisini instrumenalur tónleikur við á ferðini. Tað verða tær báðar, Monica Stauss Joensen, sum spælir á violin og Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð á klaver, sum fara at framføra klassiskan tónleik.
17 Sangarar hava sungið við nógv høvi í Føroyum, tað veri seg í útvarpi, sjónvarpi, fyri útlendskum gestum, sum hava vitjað Føroya landsstýri, kommunum og øðrum stovnum. Eisini hava 17 Sangarar verið at hoyrt í íslendskum útvarpi.
Kórið hevur gjørt nógvar uttanlandaferðir, eitt nú til Noregs í 1997, har kórið sang í Nidaros dómkirkjuni og í Olavshallen. Í 1999 vitjaði kórið í Danmark, 2001 í Skotlandi, í 2002 gjørdi kórið songferð til Svøríkis, og í fjør var kórið í Íslandi.
Klaverspælari á ferðini er Pætur við Keldu, og kórleiðari verður Jógvan við Keldu.
Í ár eru júst liðin 10 ár, síðani Jógvan við Keldu stovnaði 17 Sangarar.