Franska løgreglan kunngjørdi fyri løtu síðani, at hon hevur bjargað fleiri børnum, sum hava verið gíslar í einum barnagarði í býnum Besançon, sum er har eysturi í Fraklandi. Gíslatakarin var ein 17 ára gamal drongur, sum sambært myndugleikunum líður av tunglyndi. Hann fór tíðliga í morgun inn í barnagarðin við tveimum svørðum og tók meiri enn 20 børn í aldrinum fýra tilk seks ár gíslar.
Klokkan níggju lat hann fimm børn sleppa út, og seinni sluppu níggju børn afturat leys. Tey seinastu vildi hann ikki lata frá sær, fyrr enn hann hevði fingið eitt skotvápn, so hann kundi beina fyri sær.
Løgreglan kringsetti barnagarðin beinanvegin, og fyri einari løtu síðani varð kunngjørt, at løgreglan hevði fríað gíslarnar og tikið tann 17 ára gamla drongin.









