Neistin-Stjørnan 13-17 (7-7)
Dómaraseðilin var ikki meira enn hálvfullur, tá dysturin millum kvinnurnar hjá Neistanum og Stjørnuni var av í dag.
Bara 30 mál komu, og tá Stjørnan fekk 17 av hesum, var tað nóg mikið til ein hampuliga greiðan sigur.
Tað var eisini Stjørnan, sum støðugt hevði munin í dystinum. Fyri steðgin fekk Neistin tó togað seg upp á javnt, men miðskeiðis í seinna hálvleiki skrædnaði aftur, og kundi Stjørnan koyra sigurin heim.
Besti málskjútti hjá Neistanum var Heidi Maria Akselsen, sum skoraði 4 mál. Fyri Stjørnuna skoraði Simona Petersen 8 av málunum.