17 lond hittast á føroyskari grund

Seinast í mai mánaði verður eitt spennandi altjóða tiltak á Læraraskúlanum, har fólk úr øllum heimspørtum hittast til ein altjóða mentanardag.

Havn: Tey, ið hava áhuga fyri at læra meiri um útlendska mentan og teirra mat, eiga at seta sær leygardagin 28. mai av til hetta.
Tá verður nevniliga skipað fyri einum serstøkum altjóða mentanartiltaki har umboð fyri íalt 17 ymisk lond fara at luttaka við øllum tí, sum teirra land hevur at bjóða.
Á skránni verða bæði framsýningar, tónleikur, matur, søgur og uttan iva nógvur látur, tí væl liggur fyri hjá útlendingum at skera í látur bert av einum einstøkum orði.
Tað eru Olga Hentze og Jórun Simonsen, ið hava tikið stig til henda altjóða dagin fyri føroyingar og útlendingar.
-Endamálið við hesum degnum er at fáa í lag góð viðurskifti og betri kunnan um og millum londini, siga tær báðar, Olga og Jórun.


Søgur og matur
Tær báðar, Olga og Jórun hava arbeitt við hesum tiltakinum í eina tíð, og hava, sum er fingið fatur á fólkum úr íalt 17 ymiskum londum.
Heis fólkini koma úr fýra londum í Latínamerika, fimm londum úr Afrika, trimum londum úr Asia, úr Russlandi, Amerika, Canada og Australia.
Tær hava somuleiðis fingið samband við ein professjonellan trummusláara úr afrikanska landinum Gamba og sum býr í Danmark. Hesin fer at verða partur av tí afrikansku skránni á degnum.
Ein framsýning verður eisini á degnum, har ymiskt handverk úr Afrika og Latínamerika verður at síggja, eins og fólkini úr øllum hesum 17 londunum fara at vísa fram tjóðarbúnar sínar.
Ætlanin er somuleiðis at vísa luttakarunum á føroyska mentan, og tí verður miðað eftir eisini at hava føroyskan dans á skránni. So her ber til at siga, at skráin fyri tiltakið sær sera spennandi út.
Alt kostar sjálvandi pening, og tí eru tær báðar í løtuni í ferð við at útvega sær fígging til hetta tiltakið.

Altjóða mentan
Í samband við tíðindini um útlendingar í Føroyum kom fram eitt tal, sum vísti at tað helst eru nærri 1000 útlendingar her á landi.
Hvønn felagsskap hesi 1000 úr mongum yniskum londum hava við hvønn annan er ilt at meta um. Men nú verður so í øllum førum gjørd ein roynd at sjóða hesi fólkini saman í ein dag.
Hvat so hesin dagurin so víðari kann føra til, tað fer tíðin at vísa. Men Olga og Jórun dylja ikki fyri at tær hava eisini aðrar ætlanir í hyggju.
-Gongur sum ætlað, so verður eisini savnaður peningur inn til ein felagsskap fyri altjóða mentan, siga tær báðar.
Tær hugsa sær her ein felagsskap fyri fremmand í Føroyum, har tey kunnu fáa innføring í ta føroysku mentanina, eins væl og ein her kann fáa í lag vinarbond millum fólk og lond.