17 løg í 20 minuttir

200 spældu ikki færri enn 17 løg uppá 20 minuttir, tá teir vitjaðu sendingina ?De Sorte Spejdere? á best dámdu donsku útvarpsrásini P3 Tónleikurin hjá 200 verður javnan spældur í vælumtóktu seinnapartssendingini í sambandi við at 200 í morgin skulu hita upp fyri norska rokkbólkin Skambankt í VEGA í Keypmannahavn og í Studenterhuset í Århus hósdagin, sluppu teir at vitja í sendihølinum. Konsertin við 200 liggur í ljóð og livandi myndum á heimasíðuni dr.dk.