17 fallin í Jemen í dag

Sjúkrahúskeldur og eygnavitni í jemenska høvuðsstaðnum Sanaa vilja vera við, at hermenn, sum styðja Ali Abdullah Saleh, forseta, hava skotið 17 fólk í býnum í dag.

-17 fólk eru deyð, og 55 eru særd, sigur læknin Mohammed al-Qabati sambært fronsku tíðindastovuni AFP. Hann sigur, at nøkur av teimum deyðu eru sivilfólk, og at hini eru hermenn hjá generalinum Ali Mohsen al-Ahmar, sum hevur sett seg upp ímóti forsetanum.

Sum skilst fóru hermenninir hjá forsetanum undir eitt stórálop fáar tímar eftir, at Saleh forseti var komin aftur úr Saudiarabia, har hann hevur verið undir læknahond síðani álopið á forsetaborg hansara í summar.

Tað hevur verið ógvuliga ófriðarligt í Jemen teir seinastu dagarnar, og síðani seinasta sunnudag hava 132 fólk latið lív í samanbrestum í høvuðsstaðnum.