17 deyð í fangauppreistri

17 fólk lógu eftirá, tá ein hópur av fangum royndu at flýggja úr einum fongsli í Irak í morgun. Seks av teimum 17 vóru løgreglumenn. Iraksku myndugleikarnir siga, at fangarnir, sum skipaðu fyri uppreistrinum, hava tilknýti til yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda. Ein teirra er dømdur fyri at hava skipað fyri einum álopi á eina kirkju í Bagdad í oktober í fjør, tá 68 fólk doyðu.

Tilburðurin í morgun hevur fingið fleiri at seta spurnartekin við trygdina í fongslunum í Irak. Millum verður sagt, at júst hetta fonglið í Bagdad verður mett at vera eitt tað tryggasta í landinum, men kortini vóru summir fangar útgjørdir við Kalashnikov-riflum í morgun.