17 ára gomul skulu sleppa at koyra bil

Hetta fer millum annað gera tað lættari hjá teim ungu í útjaðaranum at passa skúla, lærupláss og arbeiði, heldur løgtingskvinna

– Her verður serliga hugsað um tey ungu úti á bygd, sum fáa frælsi til at koyra sjálvi, tá tað mangan kann vera drúgt at bíða eftir almennu ferðsluni, sum í mongum førum ikki passar til teirra gerandisdag.

Tað er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna Fólkafloksins, sum hevur setta Dennisi Holm, landsstýrismanni í ferðslumálum, ein grein 53a fyrispurning um málið.

Spurningurin er soljóðandi:

1. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at seta aldurmarkið til koyrikort til persónbil niður til 17 ár sum eina royndarskipan við ávísum treytum ?

Í viðmerkingunu vísir løgtingskvinnan til ætlanirnar hjá donsku stjórnini um at broyta aldurin fyri at koyra bil úr 18 niður í 17 ár.

– Tað hevur verið frammi í fjølmiðlunum, at danska stjórnin hevur ætlanir um at seta aldursmarkið til koyrikort til persónbil niður til 17 ár. Hetta fer millum annað gera tað lættari hjá teim ungu í útjaðaranum at passa skúla, lærupláss, arbeiði o.a, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

– Hetta fer at gera dagligdagin hjá teimum lættari. Danska stjórnin vil vísa teimum ungu størri álit og geva teimum størri frælsi undir ábyrgd. Tað skal vera nulltoleransa í sambandi við møguliga promillukoyring, og harðari treytir skulu kunna setast teim 17 ára gomlu í sambandi við ferðslulógarbrot, vísir hon á.

– Spurningurin er, um vit í Føroyum ikki eisini áttu at sett aldursmarkið niður til 17 ár at fáa koyrikort. Hetta hevði m.a. hjálpt okkara ungu lættari at koma til og frá skúla og læruplássum. Her verður serliga hugsað um tey ungu úti á bygd, sum fáa frælsi til at koyra sjálvi, tá tað mangan kann vera drúgt at bíða eftir almennu ferðsluni, sum í mongum førum ikki passar til teirra dagligdag, sigur hon.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at hon setir fyrispurningin við atlitinum at fáa eitt kjak um málið í fyrsta umfari og fyri at vita, um landsstýrismaðurin er sinnaður at seta aldursmarkið niður til 17 ár fyri at fáa koyrikort.

– Eg veit, at røddir eru frammi um, at tað er so stórur munur á at vera 17 ár og at vera 18 ár. Og tískil at tey ov ung at koyra bil sum 17 ára gamul, sigur hon.

– Samstundis vísa kanningar, at ung fremja minni harðskap og drekka minni í dag enn fyrr, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og sipar til kanning í DK.

Hon vísir at enda á, at longu í dag ber til fáa koyrikort sum 17 ára gamal í fleiri grannalondum okkara.