Í hesum døgum hevur Døgg Nónsgjógv givið tveir sangir út. Teir liggja ikki í handlunum, men eru á iTunes.
Døgg Nónsgjógv er 17 ára gomul og er ættað av Innan Glyvur.
Døgg hevur altíð sungið, men tað var kanska ikki fyrr enn hon framførdi í Norðurlandahúsinum í vár á einum tiltaki hjá Beranum, ið er sjálvhjálparbólkur hjá børnum og ungum, ið hava mist, at almenningurin veruliga fekk eyguni upp fyri unga sangaranum av Skálafirði.
Á tí tiltakinum hjá Beranum, hitaði Døgg upp fyri so fræg nøvn sum Hanus G. Johansen og Eivør Pálsdóttir.
Annar sangurin, Døgg Nónsgjógv nú hevur givið út, er ein skjótur og glaður kærleikssangur. Hin sangurin er ein friðarligur sangur, hon skrivaði um tað at missa pápa sín, ið hon gjørdi fyri níggju árum síðani, bara átta ára gomul.










