HB hevur gjørt sáttmála við bara 17 ára gamla Baldur Niclasen, sum hevur undirskrivað sín fyrsta sáttmála.
- 17-ára gamli Baldur Niclasen hevur undirskrivað sín fyrsta sáttmála við barndómsfelagið. Hann verður lýstur sum ein leikari á høgum tekniskum stigi og góðum spælskili. Harumframt er hann djarvur og arbeiðir altíð hart, skrivar HB.
Italiumaðurin Adolfo Sormani er nýggjur venjari, og við sær í venjaratoymið hevur hann hjálparvenjaran Giovanni Mazella og kropsligavenjaran Gilberto Voltolina. Nýggjur í hópinum er Magnus Holm Jacobsen, meðan Dan í Soylu er farin til KÍ.