Føroyameistararnir hava seinnapartin vunnið við heili 13 málum í undanumfarinum í Evropa Cup altjóða kapping fyri meistaralið. Neistin vann 30-17 á A.C. Lastia, Kýpros, á útivølli.
Hálvleiksstøðan var 12-10 til Neistan. Føroyameistararnir fóru undan heimaliðnum eftir steðgin. Josef Abrahamsen, sum spældi sín fyrsta skrásetta dyst fyri Neistan, var toppskjútti við sjey málum. Hann skifti úr Kyndli til Neistan í summar.
Morten Hust Pedersen, sum loysti av Inga Olsen í venjarasessinum í summar, er ikki við á ferðini. Áki Mørk hevði tískil evstu ábyrgdina av liðnum í dag.
Blálittu havnarmenninir eru nú greiðir favorittar at vinna seg víðari. Seinni dysturin verður spældur í høllini á Hálsi komandi sunnudag klokkan 19.00.
Málskjúttarnir hjá Neistanum: Josef Abrahamsen (7), Sjúrður Thomasen (6), Carl Herup Olsen (4), Finnur Hansson (4), Jugoslav Djumic (3), Andrias Nielsen (3), Heini Hanussarson (2), Jón Ludvík (1)