Tað var ikki serliga hugaligur lesnaður, sum ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, segði fram á einari matvøruráðstevnu, sum heimsfelagsskapurin heldur í Rom í hesum døgum.
Í einari drúgvari frágreiðing vísti aðalskrivarin á, at meiri enn ein milliard fólk í heiminum svølta, og at á hvørjum ári doyggja seks milliónir børn í hungri. Tað merkir, at 17.000 børn doyggja í hungri um dagin.
Teir umleið 60 ríkis- og stjórnarleiðararnir á ráðstevnuni vóru á einum máli um, at tað er neyðugt við skjótum tiltøkum, sum skulu útvega fólki mat í munnin.