163 badmintonleikarar bresta saman í Havn

Hetta vikuskiftið er Havnar Badmintonfelag vertur fyri næstu av teimum fimm árligu Grand Prix kappingunum í badminton. 163 leikarar hava meldað seg til kappingina, sum fyri fyrstu ferð verður løgd í tvær hallir í Havn, í Badmintonhøllini og Høllini á Hálsi.

 

Hetta vikuskiftið er Havnar Badmintonfelag vertur fyri næstu av teimum fimm árligu Grand Prix kappingunum í badminton. 163 leikarar hava meldað seg til kappingina, sum fyri fyrstu ferð verður løgd í tvær hallir í Havn, í Badmintonhøllini og Høllini á Hálsi.

 

Í da spæla bæði børn og vaksin innleiðandi umfør í teimum báðum hallunum. Í morgin verður finaludagur við sjey finalum og fleiri semifinalum í Badmintonhøllini. Leikskráin sæst á heimasíðuni hjá Badmintonsamband Føroya, sum hevur ábyrgdina av Grand Prix kappingunum, ið vera fyriskipaðar kring landið.

 

Teir 163 leikararnir koma frá teimum fimm badmintonfeløgunum kring landið: ÍF, HBF, KBF, MBF og VÍF. Til fyrstu Grand Prix kappingina í hesum kappingarárinum vóru 141 leikarar meldaðir til, so tað er jaligt, at enn fleiri leikarar eru lagdir aftrat, nú vetrarvenjingin av álvara er komin í gongd.

 

– Kappingarárið 2014/15 verður óiva merkt av, at Føroyar hava meldað badminton sum ítróttargrein á Oyggjaleikunum á Jersey komandi summar, tí leikararnir eru eyka motiveraðir at vísa sítt hegni og sína styrki, sigur Marjun Niclasen, forkvinna í Havnar Badmintonfelag.

– Kappingin hetta vikuskiftið er eisini síðsta kappingin innan EM í badminton, sum verður fyriskipað í november, har fleiri av vaksnu leikarunum skulu umboða Føroyar, sigur hon.

 

– Vit væntað okkum tí nakrar góðar og spennandi dystir, og vit vóna sjálvandi, at nógvir áskoðarar møta upp í høllunum, sigur Marjun Niclasen.