160.000 pund í keðiligum líkindum

Tá ið minni kemur uppá land, og nógvir eru um at selja fiskin, verður eisini minni í part.
<DPTAB>    Hetta hava tey seinastu tíðina eisini merkt á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará

Fiskivinna

Mánamorgunin landaðu Bakur og Stelkur í Saltangará. Skipini høvdu 160.000 pund, meginparturin upsi. Sagt verður, at líkindini hendan túrin vóru vánalig við sjaskveðri.
Fleiri skip hava ligið inni seinastu dagarnar og bíðað eftir betri líkindum. Tískil er ikki væntandi, at nakrar serligar nøgdir av fiski koma uppá land í hesi vikuni.
Á landingarmiðstøðini hjá P/F Beta, har Bakur og Stelkur landaðu mánadagin, vænta tey ikki tað heilt stóra teir næstu dagarnar.
- Hini skipini hjá okkum hava ligið, og nú verður bíðað eftir, at líkindini gerast betur.
Væntandi fóru Bakur og Stelkur útaftur kl. 15 í gjár.
Tá ið minni kemur uppá land, og nógvir eru um at selja fiskin, verður eisini minni í part.
Hetta hava tey seinastu tíðina eisini merkt á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará.

Norskur línubátur

Tá ið Sosialurin hugdi framvið mánamorgunin, lá ein norskur línubátur, Skarhaug úr Ålesund, við bryggju í Saltangará.
Sum skilst, er hann ikki komin higar at landa, men at keypa agn frá Frostgoymsluni í Saltangará.
Skarhaug fer helst undir Føroyar at royna eftir brosmu og longu.
- Eg vil siga, at tað hevur verið í minna lagi við landing seinastu tíðina, siga tey á Beta.