Nú ber til at søkja um granskingarstyrk úr Fólkaskúlagrunninum.
Fólkaskúlagrunnurn er ein sjálvognargrunnur, ið skal veita granskingarstyrk til verkætlanir í námsfrøði innan fólkaskúlaøkið. Grunnurin skal serliga stuðla verkætlanum, sum kveikja og menna arbeiðið í føroyska fólkaskúlanum.
Grunnurin kann lata upp til 75% í stuðli av tí virðisøking, sum stendst av rentutilskriving, vinningsbýti og tílíkum í undanfarna tvey ára skeiði. Stuðulin verður latin eftir umsókn.
Samsvarandi galdandi viðtøkum fyri grunnin hevur stýrið fyri grunnin gjørt av, at 160.000 krónur í alt kunnu játtast sum granskingarstyrkur til eina ella fleiri verkætlanir, sum eru:
námsliga kveikjandi fyri undirvísingina í fólkaskúlanum
námsliga mennandi fyri fólkaskúlan
Stýrið ger av, hvørjar verkætlanir verða stuðlaðar, og hvussu stórar stuðulsupphæddirnar verða.
Tey, sum eru áhugað í hesum, kunnu søkja sær granskingarstyrk samsvarandi omandyri nevndu ætlanum.
Umsókn saman við nágreiniligari verkætlan skal innan 18, juli verða send til Fólkaskúlagrunnin, sum heldur til í Metamálaráðnum.










