Klaksvík: Ein 16 ára gamal drongur stjól náttina til sunnudagin ein bil og fór koyrdi avstað við honum. Hann og tríggir aðrir dreingir millum 16 og 18 ár vóru í bilinum, sum í einum svingi uppi undir Hálsi í Klaksvík fór útav vegnum. Ongin fekk nakran skaða uttan bilurin sjálvur.