16 ára fongsul fyri at smugla rúsevni

Býarrætturin í Keypmannahavn hevur dømt ein 40 ára gamlan mann 16 ára fongsul fyri at smugla 13 tons av hasji og fyri at royna at smugla 500 kilo av kokaini til Danmarkar Málið er tað størsta av sínum slagi í Danmark nakratíð, og tann dømdi gjørdi eisini alt fyri eitt av at skjóta dómin inn fyri Eystara landsrætt.

Maðurin smuglaði tey 13 tonsini av hasji úr Marokko til Danmarkar við stuttleikabátinum ?Atlantic Privateer? tíðliga um summarið í 2003. Herumframt varð hann dømdur fyri at royna at smugla eitt hálvt tons av kokaini til Danmarkar um í 2003 og 2004.

Tann 40 ára gamli maðurin varð tikin í Brasil í januar í 2005 og sendur til Danmarkar í september í fjør.