Nú tingið er farið í summarfrí, liggja eini sekstan mál framvegis súltað í ymsum tingnevndum. Og nú vil Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, hava løgtingsformannin at fáa tey aftur úr nevndunum. Í morgin skal Løgtingið hava fund at viðgera tvey ríkislógartilmæli um innskjótaratrygd og annað, og í hesum sambandi hevur løgtingsmaðurin úr Tjóðveldinum skrivað til løgtingsformannin um at leggja øll hesi málini fram aftur á tingfundinum í morgin.
Hann vísir á, at tingárið gongur frá ólavsøku ti ólavsøku og eftirsum tað eru tveir mánaðir eftir til ólavsøku, heldur hann, at ongin umbering er fyri at súltað málini, heldur enn at geva teimum tað viðgerð, tey hava uppiborið og sum uppskotsstillararnir høvdu væntað.
Talan er bæði um mál frá andstøðuni og frá samgonguni og summi av teimum eru mál, sum samgongulimir hava avtalað at súltað, so at tey detta burtur.