Restina av hesi vikuni, frá í kvøld og til sunnudagin, eru Havnin og Flogbóltssambandið vertur fyri flogbóltskappingini U19 NEVZA Championships 2011, sum telur tilsamans átta U19-landslið hjá bæði kvinnum og monnum. Hetta er størsta einstaka tiltak, sum Flogbóltssambandið hevur skipað fyri, og eisini er hetta eitt av størstu altjóða ítróttartiltøkum í Føroyum yvirhøvur.
Umframt, at Føroyar hava bæði kvinnu- og manslandslið við, senda Ísland, Norra og Danmark hvør síni tvey landslið hendavegin, so tilsamans koma 130 spælarar og leiðarar til Føroya at vera við í kappingini, sum verður avgreidd í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har serliga flogbóltsgólvið er lagt á.
Hetta er aðru ferð, at Flogbóltssambandið skipar fyri stórari altjóða kapping í Føroyum. Fyrstu ferð var í 2008, tá europeiska flogbóltssambandið, CEV, hevði latið føroyingum upp í hendi at skipa fyri einum bólki av Small Countries Division hjá kvinnum, har fimm lond vóru við.
Hesa ferð eru tað tey yngru, tey sum eru beint undir A-landsliðunum, sum kappast. Tað er í sjálvum sær ógvuliga spennandi, tí her er talan um tey, sum í komandi árini fara at mynda bestu flogbóltslandsliðini, bæði her hjá okkum og í okkara grannalondum.
Fyri føroysku landsliðsspælararnar er kappingin eisini nakað serligt, tí hetta er fyrstu ferð, at ungu kvinnurnar og menninir sleppa at vísa seg fram í altjóða kapping á heimavølli.
Kappingin er skipað í tveimum bólkum, so seks innleiðandi dystir skulu spælast hjá bæði kvinnum og monnum, og síðani tveir plaseringsdystir, sum gera av, hvør fær gull-, silvur- og bronsuheiðursmerki. Talan er tilsamans um 16 flogbóltsdystir á sera høgum altjóða stigi, sum allir verða spældir í ítróttarhøllini á Hálsi.
Av tí at Tórshavnar býur er vertur fyri kappingini, verður tað eisini Tórshavnar kommuna, sum eftir lokna kapping skipar fyri endahátíðarhaldi, sum verður í nýggju hølunum hjá Dansifrøi, har eitt nú bestu leikararnir eisini verða kosnir.