16 doyðu í skalvalopi

Í minsta lagi 16 hermenn doyðu, og tríggir aðrir eru ikki komnir afturíaftur eftir eitt stórt skalvalop í indiska partinum av Kashmir nærhendis pakistanska markinum. Tað skrivar AP-tíðindastovan, sum eisini veit at siga, at vandi er fyri fleiri skalvalopum í umráðnum.

Indisku myndugleikarnir hava sent bjargingarfólk til vanlukkustaðið, men tey hava havt stórar trupulleikar við at koma fram. Tí hevur herurin sent tyrlur við servandum hundum at leita eftir teimum, sum ikki eru komnir afturíaftur.

Skalvalop eru rættiliga vanlig í hesum partinum av Kashmir. Í síðsta mánað doyðu sjey hermenn, tá ein skalvur leyp oman yvir herbúðir teirra.