Løgreglan gjørdi í gjár sonevndar paragraf 13 kanningar í Havn, tað vil siga ferðslukanningar av bilunum.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at 13 bilar vórðu steðgaðir og 16 bilførarar fingu bót, umframt at ein fekk eitt klipp í koyrikortið. Klippið fekk hann, tí at eitt barn í bilinum ikki sat í trygdarbeltið. Revsingin fyri tað er klipp og bót.
Fýra aðrir bilførarar koyrdu uttan at verða íbundnir og fáa tí bót fyri tað. Sjey koyrdu uttan koyrikort og ein koyrdi við útgingnum koyrikorti.
Tveir bilar høvdu feil á lyktunum og ein bilførari fekk bót fyri feil við píkadekkunum, har var ov stórur munur á talinum á píkum á ymisku dekkunum.
Annars hevur talan verið um eitt friðarligt døgn hjá løgregluni.