16 ára gamal tikin fyri at koyra bil

Og tríggir aðrir bilførarar fingu klipp í koyrikortið

Løgreglan hevur seinasta samdøgrið gjørt ferðslukanningar ymsastaðni. Í nátt var ein bilur steðgaður í Havn. Tað vísti seg, at bilførarin bara var 16 ára gamal og tí ikki hevði lov at koyra bil. Hann verður skuldsettur fyri at koyra bil uttan at hava aldur til tað, og av tí at hann er undir 18 ár verða sosialu myndugleikarnir kunnaðir, sigur vakthavandi á politistøðini.

Tá løgreglan í gjárkvøldið kannaði ferð við Áir, vórðu tríggjar sakir skrivaðar. Tað vóru tríggir bilførarar, sum fingu klipp í koyrikortið. Ein fyri at koyra 101, ein fyri at koyra 106 og ein fyri at koyra 109 km um tíman.

Tá løgreglan kannaði ferðsluna norð um Fjall á Borðoynni á gjár, vóru bara tvey mál skrivað um lyktafeil. Har var ringt veður og lítil ferðsla, sigur vakthavandi á politistøðini.