16 ára gamal skoraði hattrikk í Sørvági

1. DEILD: Við sigri ímóti 07 Vestur tók B36 seg longur burtur frá hóttanini av niðurflyting

Tað var málveitsla í Sørvági í kvøld. Teir næstbestu hjá 07 Vestur høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá B36. 07 Vestur hevur tvey stig, og í kvøld vann B36 5-3 eftir hálvleiksstøðuna 3-0. B36 er á áttanda plássi við 18 stigum, men vandin fyri niðurflyting lúrir framvegis, tí NSÍ, sum er næstaftast, hevur seinastu ferðirnar staðið seg frægari enn fyrr í ár.

 

Millum teir á B36 liðnum vóru Lukas S. Enevoldsen, sum varð skiftur út eftir stóran tíma, og Erlendur Magnusson, sum loysti hann av.

 

B36 málini í fyrra hálvleiki skoraðu Heini í Skorini, sum skoraði tvey tey fyrstu, og so 16 ára gamli Carl Mikkelsen, sum økti um munin til 3-0, og sum í seinna hálvleiki skoraði tvey mál og harvið gjørdi hattrikk. Hann hevur fyrr í ár skorað trý mál í næstbestu deildini.

 

Leingi sá tað einki út hjá 07 Vestur, men tað eydnaðist heimaliðnum av álvara at fáa spenning í. Ein lítil tími var farin, tá ið Brandur Heinesen minkaði um munin til 3-1. Hetta var fyrsta málið hjá Brandi í næstbestu deildini í ár, og tveir minuttir seinni var tað Teitur Egholm Anderson, sum minkaði um munin til 3-2. Hetta var fyrsta málið hjá honum í næstbestu deildini í ár.

 

Tað var heilt spennandi í eitt korter. So var Carl Mikkelsen aftur upp á spæl og økti um munin til 4-2. Brandur Heinesen skoraði fyri aðru ferð og so var 4-3 og fýra minuttir eftir, og so var tað, at Carl Mikkelsen við sínum triðja máli staðfesti 5-3 B36 sigurin. Tá var klokkan farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina.

 

Leygardagin hittast hesi bæði liðini aftur. Tá verður tað í Gundadali.