1550 fólk

FUGLAFJØRÐUR

Sæð yvir eitt 10-ára tíðarskeið stendur fólkatalið í Fuglafjarðar kommunu í stað.
- Vit hava verið heilt niðri á 1535 fólkum, og vit hava eisini verið heilt uppi á 1570 fólkum. Í løtuni liggur fólkatalið í kommununi um 1550, kanska 1546.
Sigurd Simonsen sigur, at eini 4-5 sethús standa í gerð, men tað vísir seg, at hóast sethúsini veksa í talið, stendur fólkatalið í stað.
- Tað eru bara færri og færri í hvørjum húsi, leggur hann aftrat.
Borgarstjórin heldur kortini, at tey kunnu vera nøgd við, at fólkatalið í kommununi ikki er minkað, tá fleiri aðrar kommunur hava staðfest minkingar seinnu árini – eisini so stórar kommunur sum Klaksvíkar kommuna.