Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum fer komandi trý árini at geva Tórshavnar Musikkskúla 50.000 krónur um árið, tilsamans 150.000 krónur.
Endamálið við avtaluni er at fremja endamál grunsins, sum er at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving.
Nevndin fegnast um avtaluna við musikkskúlarnar:
- Við hesari avtalu leggja vit upp til eitt tætt samstarv við listafakliga umhvørvið um leistin fyri veitan av gávugóðsi úr grunninum. Í fyrsta trý ára skeiðinum er valt at fara í samstarv við musikkskúlan, og royndirnar frá fyrsta árinum eru góðar. Á henda hátt vilja vit virka fyri, at grundarlagið fyri stuðulsveitingini er fakliga væl grundað og at stuðulin kemur fleiri til gagns, sigur Sigurð í Jákupsstovu, formaður fyri grunnin.
Í avtaluni er staðfest, at peningurin verður nýttur á slíkan hátt, at musikkskúlarnir fáa høvi at veita ungum tónleikaúrmælingum serligar umstøður at mennast innan sína listagrein til gagns fyrst og fremst fyri ungu listafólkini, men eisini fyri skipanina sum heild.
- Musikkskúlin er fegin um stuðulin úr Grunni Torvalds Poulsen av Steinum og vil virka fyri, at stuðulin kemur ungum gávuríkum listafólki til gagns. Áhugin fyri tónleiki í Føroyum er stórur, og fleiri ungir tónleikarar eru ávegis til framhaldandi lestur. Vit vóna, at stuðulin latin fyri 2016 fer at gera mun fyri ein breiðan hóp av ungum, evnaríkum tónleikarum og fyri einstøk tónlistafólk, sigur Andrea Heindriksdóttir, stjóri á Tórshavnar Musikkskúla.