Leygardagin skutu einir 40 ísraelskir stríðsvognar eftir íbúðarhúsum í palestinsku flóttafólkaleguni Rafah sunnan fyri Gaza-geiran. Tá stríðsvognarnir tóku seg aftur, høvdu teir oyðilagt 120 hús, og umleið 1500 fólk vóru vorðin heimleys, sigur ST.
Ein talsmaður hjá ST, sum var í Rafah sunnudagin, segði við BBC, at økið líktist mest einum jarðskjálvtaøki.
Ísraelska herleiðslan sigur, at endamálið við álopinum var at oyðileggja nakrar tunlar ímillum egyptiskt øki og Gaza-geiran, sum sambært ísraelsmonnum verða nýttir til vápnaflutning. Ísraelska útvarpið segði í gjár, at herurin hevur funnið tunlarnar, men eingi vápn.
Palestinsku myndugleikarnir siga, at átta fólk, teirra millum tveir dreingir, doyðu í ísraelska álopinum, og at umleið 50 vórðu særd.
ST hevur fordømt ísraelska álopið. Kofi Annan, aðalskrivari, segði í gjár, at ísraelska framferðin at leypa so ógvusliga á eitt íbúðarøki er í stríð við altjóða lóg. Men hetta er ikki fyrstu ferð, at vit noyðast at minna Ísrael á hetta, legði aðalskrivarin afturat.










