150 tons fyri 2 miljónir krónur

Miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya í dag var 13,67 krónur fyri kilo, sum hevur verið vanligur miðalprísur yvir eina longri tíð. Í dag seldi Fiskamarknaður Føroya góð 150 tons av fiski fyri góðar 2 miljónir krónur.

Størsta einstaka nøgdin á marknaðinum var toskur, og mest var av toski 4, sum fór fyri miðalprísin 10,78 krónur fyri kilo.

Næst mest var av hýsu, og her fekk hýsa 2 11,64.

Onnur fiskasløg á marknaðinum í dag var eitt nú kongafiskur. Besti miðalprísur fyri kongafisk var slakar 10 krónur fyri kilo.

Nøkur tons vóru eisini av havtasku, sum fekk slakar 30 krónur í miðal fyri kilo.

Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt var í dag 13,67.