Nú 150 ár eru liðin, síðani Kongaligi einahandilin varð avtikin, verður alment tiltak á Vinnuháskúlanum tann 11. november klokkan 15. Høvuðsgoymslan og lesistovan hjá Landsskjalasavninum á Debesartrøð verða opin fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18 og verða m.a. víst fram skjøl, ið hava við fríhandil og vinnu at gera. Á Norðoya Fornminnasavni verður sama tíðarskeið framsýning við skjølum frá handlinum hjá Jørgen Bech og Sønner inni á Apotekinum úti í Klaksvík. Á Tvøroyri verða gomlu handilshølini hjá T.F.Thomsen eisini opin og har fer ánarin, Anna Kirstin, at greiða frá um fyritøkuna, ið ognaði sær handilin tá Kgl. Handilin varð seldur í 1856. Í handlinum hjá T.F.Thomsen er hópur av gomlu handilsbókunum til skjals.