150 milliónir krónur í skattalætta

Samstundis sum lág- og meðallønt fáa skattalætta, so lovar samgongan, at ongin skal rinda meira í skatti.

Nógvur spenningurin hevur verið knýttur at framløguni hjá landsstýrinum í dag, har greiða skuldi fáast á, hvørjar broytingar landsstýrið ynskir at gera í fíggjarlógini fyri 2016.


Serliga spenningurin hevur verið knýttur at nýggja skattapolitikkinum hjá samgonguni. Núverandi samgonga hevur fleiri ferðirnar seinastu árini funnist at skattabroytingini hjá undanfarnu samgongu, og lovaðu bæði til valið og aftaná, at broytingar skuldu gerast í lógini.


Lyftið helt, tí í dag kunngjørdi landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, broytingarnar, sum landsstýrið ynskir at gera í skattastiganum. Í høvuðsheitum er ætlanin at gera skattaskipanina einfaldari og meira progressiva, og eru 150 milliónir eyðmerktar til skattalætta í 2016, og skal tað serliga koma lág- og meðalløntum til góða.


Orðingin ein lættari skattaskipan sipar til, at man ynskir at javnseta botnfrádráttin í kommunuskattinum og landsskattinum. Sum nú er, so er botnfrádrátturin í kommunuskattinum í løtuni 30.000 krónur, meðan hann er 75.000 krónur í landsskattinum. Tað skal nú javnast, soleiðis at botnfrádrátturin fyri bæði verður 45.000 krónur.


Hvørki landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, ella løgmaður, Aksel V. Johannesen, vildu nágreina hvussu nýggi skattastigin sær út, men upplýstu, at hann verður í fýra stigum, har lægsta skattastigið er 15 prosent, meðan hægsta stigið ikki er broytt. Harvið heldur samgongan fast við lyftið, at eingin skal rinda meira í beinleiðis skatti.