150 mió. ímóti AIDS

AIDS-grunnurin, sum fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton stovnaði fyri trimum árum síðani, fekk eina stórfingna gávu mánadagin.

Tá var norski forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik, og vitjaði Clinton í New York, og við sær hevði hann eina tilsøgn frá norsku stjórnini um 150 milliónir krónur í stuðuli tey næstu fimm árini. Sambært tilsøgnini skulu pengarnir fyrst og fremst brúkast til bardagan ímóti AIDS í afrikonsku londunum Tansania og Mosambik, men ein partur skal eisini brúkast í Russlandi, skrivar Aftenposten.

Í New York greiddi Bill Clinton norskum fjølmiðlum frá, at AIDS er ein tann størsti trupulleikin í heiminum í dag. Umleið seks milliónir fólk eru smittað, og nógv fólk doyggja, sjálvt um tað ber til at fyribyrgja sjúkuni, segði hann. Kjell Magne Bondevik segði seg vera hugtiknan av arbeiðinum, sum grunnurin hjá fyrrverandi forsetanum ger.