Á kaiini á Tvøroyri gera tey klárt til makrelrokið, sum væntandi verður í hæddini um nakrar vikur. Í løtuni eru eini 120 fólk til arbeiðis hjá Varðin Pelagic, men um nakrar vikur verða tey 150.
Tær avleiðingar, sum uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic hevur havt fyri Tvøroyri seinasta árið, kunnu nærum ikki gerast upp í pengum. Har vørur áður stóðu og savnaðu dust í sýnisgluggum, verða nú nýggjar vørur settar fram dagliga, og tað er ikki óvanligt at tú fært tey boð frá handilsfólki, at vørur eru útseldar, og koma aftur um nakrar dagar. Men optimisma sum heild er eisini komin aftur í býin, og nú riggar uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri til sína aðru háárstíð.
Við borðendan situr Bogi Jacobsen, stjori, og hann fegnast um virksemið á virkinum, men eisini tí avleidda virkseminum í býnum og oynni.
-Eg hevði eg hugsað um, at teir ringvirkningar, sum virksemið hjá okkum hevur havt, fóru at røkka so langt út, men tað er sera jaligt, at so er, sigur ein glaður stjóri.
ÚTBYGGINGIN KLÁR HÁLVAN
Í fjør lá talið á arbeiðsfólki á virkinum um 120, tá mest var at gera í august og frameftir. Stór útbygging hjá Varðin Pelagic verður liðug um hálvan august, og tá verða eini 150 fólk til arbeiðis á virkinum. Tey flestu arbeiðsplássini, sum koma afturat, verða í sambandi við móttøku av fiski.
Tað verður longu nú arbeitt í vaktum. Fólk í framleiðsluni eru til arbeiðis 12 tímar dagliga í seks dagar, og so hava tey frí í tríggjar dagar. Arbeitt verður alt samdøgrið, sigur Bogi Jacobsen.
Virkið megnar at taka ímóti 800 tonsum um samdøgrið. Samtakið Vinnan í Gøtu eigur virkið Varðin Pelagic á Tvøroyri, og tað tekur í høvuðsheitum ímóti fiski frá egnum skipum.
Myndin er av Boga Jacobsen, stjóra á Varðin Pelagic á Tvøroyri