150 deyð í í álopi í Nigeria

Reyði Krossur segði í dag, at minst 63 fólk høvdu latið lív í einum álopi á almennar bygningar og kirkjur í býnum Damaturu í landnyrðingspartinum

av Nigeria, men í kvøld siga tíðindastovurnar, at talið á deyðum er um 150.

Ein hernaðarligur muslimskur felagsskapur hevur átikið sær ábyrgdina av álopinum. Eygnavitni hava greitt frá, at fleiri bumbur brustu ymsastaðni í býnum innan fyri nakrar fáar minuttir, samstundis sum menn skutu eftir fólki. Tað ljóðar, at fleiri hundrað fólk vórðu særd.

Nigerisku myndugleikarnir halda, at tað var tann sami muslimski felagsskapurin, sum skipaði fyri einari sjálvmorðsbumbuatsókn at einari løgreglustøð í Damaturu í gjár. Nógv fólk doyðu.